“Vit syngja jólini inn” í Glyvra kirkju hóskvøldið 19. desember kl. 19.
Umframt alkendu jólasálmarnar, ið verða sungnir, setur Kór Glyvra kirkju dám á løtuna við eini jólaligari sangskrá.
Aftaná eru øll boðin til ein góðan drekkamunn.
Tað er gomul siðvenja, at skúlin fer í kirkju ein morgun undan jólum og undan jólafrítíðini.
Soleiðis verður eisini í ár. Fríggjamorgunin 20. desember kl. 09.30 fara allir næmingarnir í kirkju.
Halgan
4. sunnudag í advent verður lestur í Glyvra kirkju kl. 11.
Jesaja profetur tekur til í einum av lestrunum henda dag:
“Hvør yndisligir eru á fjøllunum føtur fagnaðarboðarans,
ið kunnger friðin og ber gleðitíðindini, boðar frelsu og sigur við Zion:
“Gud tín er vorðin kongur.”” (Jes 52,7-10)