Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.01.2026 20:32

Glitrandi góður

Birkblog

Sjáldsamt at lesa so góðan tekst, sum henda hjá Trygva Danielsen Bríksl, krím og spentar spengur í Oslo, sum undir frámerkinum hugleiðing er í Sosialinum í Vikuskiftinum, sum ískoytisblaðið eitir. Glitrandi góður. Trygvi eygleiðir tveir av hondbóltsdystunum hjá føroyingum í Oslo, har hann sjálvur býr. Í einum føroyskt miðlaðum gerandisdegi – har tú neyvan fært samanhang í útvarpstíðindini, tí tey eru so út av lagið illa lisini; gudviti, hvussu tey eru skrivaði, men til upplestur rigga tey ikki, tí tey verða tað bera kønk – er tað ein rár hending, at tú sum lesari, lurtari ella hyggjari kennir teg virðismettan, og kanst fara mettur frá at hava konsumerað eitt miðlaprodukt. Tað hendi í hesum føri. Eg bleiv enntá svangur eftir meir. 

Les meira her:

Glitrandi góður

Spjaldur