Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.12.2024 16:07

Gingu Lucia á kommunuskrivstovuni

Mynd: Sunda Kommuna

Sunda Kommuna

12 fitt børn gingu Lucia á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.

Fríggjadagin 13. desember vóru vit á kommunuskrivstovuni so heppin at fáa vitjan av tólv fittum børnum frá dagstovninum við Kráir í Hvalvík. Børnini ganga í skúlabólki frammi við Margáir, og fara tey í skúla komandi ár. 

Fyrst gingu tey lucia og sungu lucia sangin, og aftaná sungu tey nógvar aðrar fittar jólasangir. Tey dugdu so sera væl at syngja. Tað var stuttligt og hjartanemandi at síggja. 

Tá ið tey vóru liðug at syngja, fingu øll ein lítlan pakka, og so var hugni fyri rest. 

Ein sera hugnalig løta, og ótrúliga fitt og røsk børn.

Takk fyri, at tit góvu tykkum stundir at framføra fyri okkum. 

Gleðilig jól.  

Spjaldur