Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.08.2023 16:33

GÍ tiltakið: Fyrireikingirnar ganga væl

Mynd: GÍ føroyarmeistarar í 1996 (skíggjamynd)

Fyrireikingirnar til stóra GÍ tiltakið, sum eftir ætlan skal verða síðst í september mánað í ár, ganga væl. Tað sigur høvuðsfyriskiparin Pauli Jarnskor, sum eisini var ein av berandi kreftinum á GÍ liðnum í 80´inum og 90´inum. Við sær hevur hann eisini fleiri aðrar GÍ legendur at hjálpa sær.

-Vit arbeiða við, at fáa GÍ venjararnar sum vunnu meistaraheitini, at koma til Gøtu at hátíðarhalda hetta tiltakið saman við okkum. Onkur av teimum er endaliga komin uppá pláss og sum vit vita koma, meðan arbeitt verður nú við at fáa restina uppá pláss.

Teir fýra venjararnir sum hava vunnið Føroyameistaraheitið fyri GÍ eru: íslendingurin Kristján Már Hjartarson, sum vann í 1983, danin Ole Skoubo í 1986, Jóhan Nielsen í 1993, 1994 og 1995 og íslendingur Páll Guðlaugsson í 1996.

-Annars so hava vit eisini arbeitt við at samla hópin av gomlum og forkunnugum myndum saman, sum skulu nýtast til framsýningina sum verður mánaðarskifti september/oktober. Hetta er komið væl áleiðis. Samstundis verður eisini arbeitt í løtuni við at samla filmar burturúr øllum tilfarinum sum er til taks og fáa tað talgilt. Har er hópin av gomlum dystum og øðrum spennandi, sum nú skal flytast yvir á talgilda pallin. Vit vilja gjarna hava, at hetta tilfar skal verða tøkt hjá almenninginum seinni.

-Ætlanin er, at hátíðarhaldið og veitslan, sum serliga er ætla gomlum GÍ venjarunum, GÍ leikarunum og ørðum við tilknýti, verður í Víkingahúsinum tann 30. september, har undirhald, sangur og annað spennandi verður á skránni.