Fótbóltssamband Føroya
Geza Dávid Turi legði Føroyar á odda tá eitt stórt korter var spælt, og eina løtu vóru vit á play-off plássinum í bólkinum. Men tá avtornaði vann Kroatia ein uppibornan 3-1 sigur á Føroyum.
HM dreymurin livdi til tað síðsta. Men kroatar vildu tað øðrvísi, og so er alt, ið bendir á, at Føroyar enda nummar trý í bólkinum í undankappingini til HM 2026, meðan Kroatia við sigrinum fríggjakvøldið endaliga staðfesti sína luttøku í HM endaspælinum komandi summar.
Tað vóru annars okkara menn, ið kom betri frá byrjan á HNK Stadion í Rijeka. Spældir vóru sekstan minuttir, tá Geza Dávid Turi legði Føroyar á odda. Hesa løtuna vóru Føroyar nummar tvey í bólkinum við 15 stigum, og dreymurin um eitt play-off pláss var í eygsjón.
Men tað gingu góðir sjey minuttir, so stóð á jøvnum 1-1, og í seinna hálvleiki fingu kroatar tvey mál afturat, og vunnu til endans 3-1 á Føroyum.
Í hinum dystinum í bólkinum, sum var spældur samstundis, vann Montenegro 2-1 á útivølli móti Gibraltar.
Mánadagin er síðsta umfar á skránni. Kekkia fær vitjan av Gibraltar, og Montenegro tekur ímóti Kroatia.
Hóast eitt umfar er aftir at spæla er greitt, at Kroatia vinnur bólkin, Kekkia verður nummar tvey, og sannlíkt enda Føroyar á triðja plássi. Montenegro hevur møguleika at fáa Føroyar aftur á stigatalvuni, men so skulu teir vinna við tíggju málum á Kroatia. Gibraltar er aftast við ongum stigi.
