Seinastu dagarnar, er arbeiðið byrjað at gera nýggja gongubreyt millum Syðrugøtu og Gøtugjógv, har bæði barnaskúli og dagstovnur húsast.
Núverandi gongubreyt, sum liggur heilt tætt at koyrivegnum har umleið 6.000 bilar koyra hvønn dag, hevur í nógv ár verið ein vandamikil farleið, hjá bæði ungum og eldri fólki til gongu
Ætlanin er, at nýggja gongubreytin verður flutt nakrar metrar vekk frá núverandi gongubreyt og síðani skal asfalterast. Meðan enn er tó ikki avgjørt um hon skal byggjast afturat núverandi brúgv ella um nýggj gongubrúgv skal gerast undir núverandi brúgv.
Tað er fyritøkan Sp/f Form, sum stendur fyri arbeiðinum.
Myndir: Eysturoyarportalurin







