Svar til skrivligan fyrispurning frá Magnus Rasmussen til Dennis Holm, landstýrismann.
Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-016/2024 frá Magnus Rasmussen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um Funningsfjarðarvegin.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær verður farið í holt við framhaldandi vegagerð gjøgnum bygdina í Funningsfirði?
2. Nær verður arbeiðið liðugt fyri játtanina, sum er til arbeiðið í ár?
Svar:
Í 2019 byrjaði Landsverk arbeiðið við at breiðka vegin frá Millum Fjarða til Funningsfjørð og er hildið fram við arbeiðinum í 2021, 2022 og 2023. Samanlagt eru 14,2 mió. kr. brúktar til farleiðina hesi árini, og í ár eru 2 mió. kr. játtaðar.
Vegurin liggur rímiliga væl, men er smalur og ikki bygdur til ferðsluna í dag. Ætlanin við verkætlanini er at gera allan vegin tvíbreytaðan, at avrætta og asfaltera vegin, og at gera gongubreyt á einum parti av vegastrekkinum.
Nýggjasti arbeiðstøkusáttmálin varð undirskrivaður í juni 2024 og fevnir um eitt strekki á 300 metrar av Funningsfjarðarvegnum. Arbeiðið er í gongd og verður í gerð árið út.
Dennis Holm
landsstýrismaður