Mynd: ÍF
Í gjár leiktu menninir hjá ÍF seinasta dystin í 1. deild á hesum sinni. Dysturi var leiktur á Tvøroyri móti TB. Úrslitið gjørdist 0-0, og harvið tryggjaði ÍF sær eisini 1. plássi í deildini. Sjálv uppflytingin hjá fuglfirðingum var veruleiki fyri eini viku síðani.
Eysturoyarportalurin hevur vent sær til formannin hjá ÍF, Georges Rouah, fyri at fyri at taka saman um kappingarárið, sum júst er liðugt og fyri at frætta nærri hvat ætlanir ÍF hevur fyri komandi ár.
Nú eru ÍF tryggaðir at flyta upp í bestu deildin aftur. Er felagið klárt til avbjóðingina?
Vit eru ómetaliga glað fyri at hava vunnið okkum luttøku í Betrideildini í komandi ár. Vit settu okkum sum mál beinanvegin, at okkara steðgur í 1. deild bert skuldi vara eitt ár, og síðsta vikuskifti bleiv tað so staðfest, at vit fluttu uppaftur í Betrideildina.
Vit í nevndini eru vælvitandi um, at tað krevur væl meira, at vera kappingarfør í Betrideildini, samaborið við 1. deild. Og vit eru sinnaði til, at arbeiða hart fyri at varðveita plássi í Betrideildini til 2024.
Hvussu er formaðurin nøgdur við árið sum heild?
Heilt væl nøgdur! Vit hava fingið avgreitt nógv ting, ið vit settu okkum fyri áðrenn kappingarárið fór í gongd. Felagið er alt annað líka, skuldarfrítt, tá ið árið er liðugt, og tað hevur ómetaliga stóran týdning, serliga fyri framtíðina hjá ÍF.
Hvat heldur tú krevst, fyri at ÍF skal kunna verða verandi í bestu deildini og kunna halda sær har?
Eitt eg havi nevnt oftani í miðlunum er, at um eitt felag ikki hevur stýr á tí fíggjarliga, so er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað fer at halta ítróttarliga. Tann partin hava vit so fingið uppá pláss nu. Vit eru væl vitandi um, at skulu vit varðveita plássi í Betrideildini, so má styrkur til.
Tað er bara soleiðis, at tvey lið koma altíð at eiga leiklutin at flyta niður.
Hvussu sær formaðurin tað, nú eitt, møguliga tvey lið, av Skálafjørðinum flyta niður. Er tað ein vansi ella ein møguleiki? Tá verður hugsa um bæði áskoðarainntøkur, men eisini í leikaratilfeingið.
At NSÍ er eitt av teimun, er heldur óvæntað. Men vit hava áður sæð, at lið í vanliga hava verið í toppinum flyta niður. Vit vóna sjálvandi, at tey í koma at hava leygardagsfótbólt komandi ár, vilja trilla inn til Fuglafjarðar at hyggja. Tað verur óivað fleiri leikarar hjá báðum feløgum í ynskja at halda áfram við Betrideildar fótbólti, tá ið bæði liðini eru úr Eysturoy, ger tað lættari at fáa teir at velja ÍF ella onnur lið í nærumhvørvinum.
Eru fyrireikinginar byrjaðar til komandi ár, viðvíkjandi styrki til hópin?
Vit er langt síðani byrjaði at leita eftir styrki, og tað arbeiði gongur væl. Eisini havi vit gjørt íløgur í fitness útgerð og onnur venjingartól.
Deil á Facebook