Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.09.2022 14:44

Georges Rouah heldur fram sum ÍF formaður

Mynd: ÍF

Á aðalfundinum í síðstu viku var nevndarval á skránni.

Fyri vali í aðalnevndini hesaferð stóðu fimm nevndarlimir; Høgni á Lakjuni, Marta Thomsen, Linda Joensen, Fríði Reinert-Petersen og Eivin Breiðaskarð. Eivin Breiðaskarð ynskti ikki at stilla upp aftur. Hini fýra vórðu øll afturvald.

Aðalnevndin hevur skipað seg soleiðis:

Georges Rouah, formaður

Hjalti Lundsbjerg, næstformaður

Høgni á Lakjuni, peningarøkil

Marta Thomsen, skrivari

Annika Breiðaskarð, nevndarlimur

Fríði Reinert-Petersen, tiltakslimur

Linda Joensen, tiltakslimur

Í ungdómsnevndini vóru nakrar skiftingar. Sigga Óladóttir á Grønutúgvu og Jenny á Lakjuni ynsktu ikki at halda fram. Nývald í ungdómsnevndina vórðu Irdi Toftegaard og Dávid Petersen. Ungdómsnevndin hevur skipað seg soleiðis:

Jonn Thomsen, formaður

Irdi Toftegaard, skrivari

Mary-Ann Zachariassen, nevndarlimur

Palma Tausen, nevndarlimur

Rógvi á Lakjuni, nevndarlimur

Dávid Petersen, tiltakslimur

ÍF ynskir at nýta høvi at takka Eivin, Siggu og Jenny fyri teirra stóra íkast til nevndararbeiðið seinastu árini, og samstundis at ynskja nevndunum blíðan byr framyvir.