Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.09.2026 12:09

Garagan hjá Georg verður tikin niður

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Garagan hjá Georg er næstan ímyndin av Sjóvar kommunu, og flestu tiltøk á Strondum eru við hesa kendu garagu. 
Men hon er í ringum standi nú, og tíðin er komin at gera okkurt við hana. Í morgun er arbeiði við at taka garaguna niður, byrjað, og tá hon er bygd upp aftur, verður hon eitt prýði fyri bygdina.

Ætlanin er, at Garagan hjá Georg framhaldandi skal vera snúningsdepilin fyri tiltøk á Strondum, og vit gleða okkum til nýggi prýðiligi bygningurin verður klárur at taka í brúk.

Spjaldur