Heystfagnaðurin á Eiði
Vit enda Heystfagnaðin við einari gandakendari løtu.
„Í Føroyum livdi úti í Skúvoy ein kona, sum æt Sára Malena Guttormsdóttir. Hon sigst verða tann seinasta gandakellingin í Føroyum…“
Sára Malena í Heimaragarði varð fødd í 1832. Longu sum barn hevði hon ringt orð á sær. Hon var gløgg, dugdi tíðliga at lesa og var røsk til alt arbeiði, men seinni fóru søgur at ganga um, at hon dugdi gand og kundi biðja ilt yvir onnur.
Hvør var Sára Malena? Hví fekk hon spaldrið gandakelling?
Sunnudagin 18. oktober verður einrøðuleikurin Gandakellingin úr Skúvoy framførdur í Kolshøll. Gunnvá Zachariasen og Ria Tórgarð hava skrivað og skapað leikin við íblástri úr søguligum keldum, skaldskapi, frásagnum og egnum hugaheimi.
Sunnudagin 18. oktober Kl. 15.30–17.00
Atgongumerki: 200 kr.