NSÍ skrivar:
Mórits Heini hevur undirskrivað ein sáttmála við NSÍ fyri kappingarárið 2026.
26 ára gamli runavíkingurin hevur valt at koma aftur til barndómsfelagið, aftaná at hava leikt við EB/Streymi í fjør. Mórits Heini fekk sín fyrst dyst á besta liðnum hjá NSÍ í 2016, og hevur hann nú tilsamans leikt 125 dystir í Betri deildini. 98 av teimum fyri NSÍ og 27 fyri EB/Streym.
Høgrabeinti miðvallarin trívist best sentralt á miðvøllinum, har hann kann taka lut bæði í tí alopskenda og tí verjukenda spælinum. Hann hevur eisini víst sínar dygdir á øðrum plássum á vøllinum, um tørvur hevur verið á tí.
Vit í NSÍ frøðast um at Mórits Heini er komin aftur til barndómsfelagið, og vit ynskja honum hjartaliga vælafturkomnan. Tað verður hugaligt at síggja Mórits Heina í gulu blusuni aftur.
