EB/Streymur skrivar:
Tað gleðir okkum at kunngera, at fyrrverandi liðformaðurin Rógvi Egilstoft aftur er at síggja í blá-svørtu troyggjuni. Rógvi kennir felagið væl og kemur við nógvum royndum og sterkum leiðaraevnum.
Vit fegnast um at hava Rógva aftur í hópinum og ynskja honum hjartaliga vælkomnum aftur í EB/Streym!