Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.08.2025 13:39

Galaxy avloysir Smyril um 3 vikur

Tíðindaskriv/ SSl

Smyril fer um tríggjar vikur til 20 ára klassing á Fayard skipasmiðjuni á Fjóni í Danmark og verður í dokk í 8-10 vikur. Hesa tíðina røkir grikska ferjan Galaxy siglingina á suðuroyarleiðini. 

Smyril er vanliga í dokk á Fayard, men hendan dokkingin er serlig og størri enn vanligt, tí umframt 20 ára klassingina skulu nøkur stórarbeiðir gerast. 

Tvær síðurskrúvur skulu setast í aftan, tríggir hjálpimotorar verða skiftir út, og tveir høvuðsmotorar verða høvuðsumvældir. Í 2028 skulu allir fýra høvuðsmotorarnir skiftast út.

Tað var nærum ómøguligt at finna avloysaraskip, men tað eydnaðist at leiga Galaxy, ið avloysti í 2017. Eigararnir høvdu tá júst keypt skipið, og onkuntíð vóru onkrar avbjóðingar.

Ferðaætlanin hjá Galaxy er 14 dupultir vikuligir túrar, har ið Smyril hevur 18. Ferðin er 16 sjómíl um tíman og siglitíðin 2t30m. Galaxy tekur 350 ferðafólk og 140 akfør, um eingin farmur er við.

Bíleggingarskipanin kemur at virka umborð á Galaxy. Upplýsingar um mongd av farmi og akførum sæst á ferðaætlanini niðanfyri og á hjálagda skjali við upplýsingum um Galaxy.

Galaxy kemur at veita eitt lakari tænastustig enn Smyril í mun til farm, akfør og ferðafólk. Men skipið er væl viðlíkahildið, og eigararnir og grikska manningin kenna skipið munin betur nú.

Flutningsfeløg, framleiðarar, handlar, heilsølur, ítróttarfeløg og onnur, ið vanliga brúka suðuroyarleiðina, hava fingið kunning um tænastustigið á Galaxy.

Ætlandi byrjar Galaxy á suðuroyarleiðini leygardagin 23. august 2025.

Upplýsingar um farm við Galaxy

Galaxy er 127,6 m long og 19,4 m breið. Smyril er 135 m langur og 22,7 m breiður. 

Útgangsstøðið er, at allarflestu túrar kunnu bíleggjast 6 sleip, sí farmayvirlit niðanfyri, grøni liturin. 

Tá ið 6 sleip eru við, tekur Galaxy 110 akfør. Eru 8 sleip við, er talið av akførum 100, og eitt heingidekk er í brúk. Eru 14 sleip við, er pláss fyri 50 akførum, og einki heingidekk í brúk.

Hósdag kl 16:30 av Krambatanga og kl 20:00 av Tórshavn eru avløgd 14 sleip í bíleggingarskipanini. Fríggjadag kl 15:00 av Krambatanga eru avløgd 8 sleip.

Eingi sleip eru avløgd til túrarnar fríggjadag kl 11:00 og 18:30 úr Tórshavn og sunnudag kl 07:00 og 17:00 av Krambatanga og kl 10:30 úr Tórshavn. Hetta eru reinir ferðafólkatúrar.

Er tókt pláss á dekkinum, verða fleiri sleip tikin við eftir umstøðunum.

Nærri kunning um flutning av farmi við Galaxy fæst við at venda sær til farmastøðirnar á Krambatanga og í Tórshavn, sí www.ssl.fo.

Spjaldur