Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.03.2026 21:24

G14 bólkur 2: TB a gentir eru føroyameistarar

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya

TB a – Ternan 3-1 (25-16, 25-20, 22-25, 26-24)

Tvøragentir gjørdust føroyameistarar í bólki 2 við Gentum 14. Talan gjørdist um ein rættuliga spennandi og javnan dyst.

Eftir, at TB a vann fyrsta settið sannførandi kom Ternan afturíaftur og byrjaði at býta frá sær. Annað settið gjørdist rættuliga javn, men TB a vann tað.

Ternan fór avstað við triðja settinum og sá leingi út til eisini at fara at vinna fjórða settið eisini og harvið tryggja sær ein javnbrótara.

Móti endanum av settinum kom TB a tó fyri seg aftur og vann settið 26-24 og harvið eisini meistaraheitið.

Dagsins leikari gjørdist Linda Rénedóttir Thomsen úr TB.

Mynd: Flogbóltssamband Føroya