G! Festival
JÚXN er mentanarpallurin á G!, sum heilt ítøkiliga í ár røkkur frá Tøting og niðan á Leirvíksfjall, men tekur teg longri enn tað: til evstu mørk í kroppi, huga og sál. Her er alt frá kjaki og viðgerð av teimum stóru spurningunum til inniliga hugsavnan og kreativt innspark. Kom og finn rásina um reynið og skoða víddirnar, men gloym ikki eisini at missa teg burtur í einstøku orðunum, tónunum og myndunum og ikki minst tí góða felagsskapinum.
ÖÐ
Benjamin Djurhuus er høvuðspersónurin í hesum nýggja bólkinum öð, sum er ein serstøk ljóðpalett, samansett av gittara, banjo, dobro, mandolin og eini strúkikvartett. Við íblástri úr poppi, fólkatónleiki og jazzi bjóða tey lurtaranum við á eina ferð gjøgnum tónleikalandsløg, har ljóðið fevnir teg, og tú verður vavd/-ur inn í gandin í tónleikinum.
TEKNISÖGUR – UPPLEGG OG VERKSMIÐJA
Teknisøgan sum tekstslag veksur við rúkandi ferð í londunum rundan um okkum. Kortini hava vit so at siga ongar veruligar føroyskar teknisøgur. Hví man tað vera so? Hvør er søgan hjá hesari sjangruni, og hví hevur hon ongantíð veruliga fingið fótin fyri seg í Föroyum? Hesar og nógvar aðrar spurningar viðgera við leygardag seinnapart á G!
Hermann Eliasen byrjar við hugvekjandi uppleggi um sjangru, popularitet og útbreiðslu, og eftir tað verður verksmiðja.
VAVAÐ
VAVAÐ er nýtt spennandi kollasjusamstarv millum yrkjaran Rannvá H. Glerfoss og tónleikaran Sjúrður D. Tróndheim. Tey eksperimentera við orðum, ljóðum og myndum og verða at hoyra í Fjósinum hósdag.
G! KIRKJAN
Andalig føði skal eisini til, og G! Kirkjan er opin aftur í ár sum vanligt. Leygarmorgun kl. 11:00 er árliga festivalgudstænastan í Fjósinum!
HEIM, UMHVÖRVI OG KOLONIALISMA – FJÖLLISTARLIGT TILTAK EKSIL
Forlagið Eksil kemur við sínum mentanarliga innslagi aftur í ár, og hesa ferð er evnið “Heim, umhvörvi og kolonialisma”. Tað er í Töting fríggjadagin kl. 15-18.
Aka Hansen (Grönland), Vár Eydnudóttir, Beinir Bergsson, Heðin Ziska Davidsen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Kim Simonsen, Thomas Koba, Guðrið Poulsen, Rannvá Holm Mortensen og fleiri.
G! Festival verður dagarnar 17.-19. juli í ár.