Ársins G! festivalur fór av bakkastokki í gjár.
Veðrið í gjár var av tí besta, stilt við nakað av mjørka. Sokallað G!veður.
Og nógv fólk hevur longu leita sær til Syðrugøtu at hugna sær komandi dagarnar.
Í kvøld skal so lokala sangdrotningin úr Syðrugøtu, Eivør Pálsdóttir, aftur til heimbygdina og á G! festivalin, har hon skal framføra fyri festivalgestunum og bygdafólkinum.
Í meira enn 20 ár hevur hon ferðast kring jarðarknøttin við sínum framførslum, men hvørt ár tekur hon sær tíð til at framføra á G!.
Við Eysturoyarportalin sigur hon, at hon gleðir seg hvørja seg hon skal á pall. Men tað er nakað heilt serligt og kensluborið, tá ið tað er á G! og í Syðrugøtu, heimbygd hennara og har hon er uppvaksin.
Tað verður í kvøld kl. 23.00 á Sandinum, at hon fer at rúnarbinda áskoðarafjøldina, við gandakenda Støðlafjalli í baksýninum.
Øll skráin til G! kann síggjast her