Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.05.2024 15:44

Fysiskar blokadur eru ólóglig stríðsstig

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent teimum fýra arbeiðarafeløgunum í verkfalli hvør sítt skriv um, at tað er ólógligt stríðsstig at forða fyritøkum í at gera sítt lógliga arbeiði.

Fysiskar blokadur eru ólógligt stríðsstig. Tað hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt teimum fýra arbeiðarafeløgunum púra greitt í einum skrivi, sum er sent teimum í dag.

Seinastu dagarnar eru fleiri dømi um, at tey fýra arbeiðarafeløgini í verkfalli, hava blokerað lógliga arbeiðið hjá fyritøkunum. Tað er eitt ólógligt stríðsstig sambært fleiri dómum í bæði hægstarætti og  landsrætti. Um skipað verður fyri einari ólógligari fysiskari blokadu, sum geva teimum ávirkaðu fyritøkunum ein fíggjarligan miss, kunnu bæði feløgini, nevndarlimirnir í feløgunum og tey sum luttaka í ólógligu bokaduni, gerast endurgjaldsskyldug.