Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.10.2025 12:02

Fyrstu íbúðirnar við Hálsatjørn reistar

Mynd: Sjóvar kommuna

Seinasta leygardag varð fyrri íbúðarbygningurin, sum Mekon Sp/f byggir við Hálsatjørn, reistur.

Tað varð í august 2024 at Sjóvar kommuna og Mekon Sp/f gjørdu avtalu um at byggja tveir íbúðir á Strondum.

Verkætlanin umfatar tveir bygningar. Ovari bygningurin hevur 10 íbúðir, og niðari bygningurin hevur 12 íbúðir.

Niðari bygningurin er lagdur niður í lendið, so at parkeringsøkið er ájavnt við ovaru hæddina. Tað vil siga, at tað er gangandi beint inn á ovaru hæddina, og trappur eru niður á niðaru hæddina.

Í ovara bygninginum, tann sum nú er reistur, er parkeringsøkið ájavnt við niðaru hæddina, so at gangandi er beint inn á niðaru hæddina og trappur upp á ovaru hæddina.

Eftir ætlan kunnu fyrstu fólkini flyta inn í februar næsta ár.

Myndir: Sjóvar kommuna