Mynd: Breiðablik
Áðrenn jól skrivaði rituvíkingurin Klæmint A. Olsen undir við íslendsku meistararnir Breiðablik.
Mánadagin 9. januar setti so Klæmint kós móti Íslandi, har hann skal hjálpa nýggja felag sínum, at endurvinna meistaraheitið.
Hendan fyrsta vikan í felaganum hevur verið spennandi og strævin sigur Klæmint. Vant verður tvær ferðir um dagin, uttan mikudag, tá bert ein venjing er á skránni. Og í dag var so dystur á skránni, tá HK Kópavógur og Breiðablik leiktu dyst í Kórinhøllini í Þungavigtarbikar-kappingini. Tað er ein sokallað venjingarkapping.
Dysturin endaði 4-1 til Breiðablik, eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til HK. Klæmint og hin føroyingurin Patrik Johannesen byrjaðu seinna hálvleik saman, og endaði dysturin sannførandi 4-1 til Breiðablik, har Patrik skeyt 2 av málinum og Klæmint hevði uppleggið til eitt av málinum hjá Patrik.
