Runavíkar Havn
Í morgin – mikudagin 3. juni fær Elduvík vitjan av NG Explorer hjá Lindblad Expeditions.
Ferðamannaskipið NG Explorer er 112 metrar langt og hevur pláss fyri upp til 148 gestum umborð. Skipið fer at liggja fyri akker uttanfyri bygdina, meðan gestirnir verða førdir í land við gummibátum.
Vit hava fleiri ferðir havt vitjan av skipum frá National Geographic, og allar vitjanirnar hava verið sera væl eydnaðar. Lokala cruisetoymið í Elduvík er til reiðar at fara undir cruise-sesongina og geva gestunum eina góða uppliving.
