Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.11.2025 19:40

Fyrsta serbreytin á miðnámi 10 ár

Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Serbreytin á Miðnámi á Kambsdali hevur 10 ár á baki og er hon elsta serbreyt, sum vit hava í Føroyum.
Í dag eru serbreytir á; Miðnámi á Kambsdali, Tekniska Skúla í Klaksvík, á Glasi og á Miðnámi í Suðuroy. 
Samlaða næmingatalið í serbreytunum liggur ímillum 55-65 næmingar á hvørjum ári. Í løtuni eru 21 næmingar á serbreytini á Kambsdali.

Í sambandi við at serbreytin fyllir 10 ár varð skipað fyri almennum hátíðarhaldi fyri øllum næmingum og lærarum í skúlanum, fyrrverandi næmingum, avvarðandi og onnur áhugað á Kambsdali, og var nógv ymiskt á skrá. 


Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, setti tiltakið, næmingakórið á Kambsdali sang tveir sangir, Sunneva í Lambavík, serbreytin, Óli Wolles, útbúgvingarleiðari, og Christian Joensen, virkandi rektari, søgdu eisini nøgur orð.


Orkestrið hjá serbreytini hevði eina sera væleydnaða frumframførslu. 

Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her.