Sunda kommuna
Eftir ætlan kemur fyrsta reikferðarskipið nakrantíð at bryggju í Sunda kommunu komandi mánadag, 1. juni. Skipið skal liggja við bryggju í Hvalvík. Talan er um M/S Expedition, sum er 105 metur langt og 19 metur breitt. Umborð eru áleið 100 ferðafólk og 90 starvsfólk. Tað er lokala fyritøkan kajakk.fo, sum stendur fyri vitjanini.
Lokala fyritøkan HK Bussar flytir ferðafólkini runt í kommununi. Eftir ætlan vitja ferðafólkini Dúvugarðar í Saksun, við Gjógv og onnur lokal støð í kommununi. Lokala Norðstreymoyar Dansifelag dansar føroyskan dans á bryggjuni, áðrenn fólkini fara avstað aftur.
Sunda kommuna fegnast um, at tað hevur eydnast lokalum áhugaðum at síggja møguleikar í ferðavinnuni, og sær fram til at menna eitt spennandi tilboð í økinum, í tøttum samstarvi við lokalu vinnuna. Ætlanin er at fáa fleiri reikferðarskip til kommununa komandi árini.
