Mynd: Blikar.is
Breiðablik spældu kl.13.00 í dag venjingardyst ímóti ÍA Akranes, sum er fyrrverandi liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu.
Breiðablik vann dystin 4-1. Støðan í var 1-1 í hálvleikinum. Akkurát sum í seinasta venjingardysti, so byrjaðu bæði Klæmint og Patrik á bonkinum, men komu inn í seinna hálvleiki. Og hesuferð var tað so Klæmint, sum skeyt sítt fysta mál fyri nýggja felag sítt, tá hann økti til 3-1.
