Eyp grein
Omanfyri Funningsbygd, á vegnum niðan móti Gjógv, stendur eitt svart seyðhús sum hoyrir til Botnarhaga. Her hittu vit í dag vit parið, Petur Sofus Juul og Bergfríð Lassen.
Petur Sofus røktar tveir hagar her á leiðini, hagarnar Dyllurnar og Botnar.
Orsøkin, at Eysturoyarportalurin er farin at vitja tey júst í dag, er, at í nátt, kálvaði einasta kúgvin her a leiðini, ein kálv.
Heimhildarfólk sum Eysturoyarportalinum hevur tosað við upplýsa, at hetta er fyrstu ferð at ein mjólkikúgv er á bási í Funningi síðani 1980.
Seinasti maður sum hevði kúgv í Funningi, var abbi Petur Sofus Juul, við sama navnið.
Fyrr í tíðini gingu funningsmenn til Gjáar eftir mjólk, eftir at tað at hava kúgv í kjallara og fjósið doyði út har á leiðini, sigur Petur Sofus, sum hevur hetta frá abba sínum at siga.
Tað eru annars trý ár síðani, at tey bæði, Petur Sofus og Bergfríð, fingu sær kúgv. Tað var mest av tilvild, siga tey.
Kúgvin, sum hevur fingið navnið “Poulina”, var sera lítil tá ið hon kom í verðina, kanska óvanliga lítil. Ein dvørgakúgv. Og var hetta kanska eisini orsøkin, at tey av fyrstan tíð blotnaðu um hjarta, og valdu at fáa sær hana, siga tey.
Kúgvin kom úr Havn og skuldi upprunaliga avlívast.
Kúgvin hevur síðani staðið á bási í seyðahúsinum í Funningi. Har hon eisini hevur kunna gingið frítt inn og út, meðan nú í vetur hevur hon staðið inni.
Eisini hevur hon verið fastur gestur á Heystfagnaðinum á Eiði seinastu árini.
Saman við kúnni, hevur eisini eitt heimalamb gingið. Og eru kúgvin og heimalambið uppvaksin saman seinastu árini, og eru tey næstan sum mamma og dóttur.
Tey bæði siga, at kúgvin bleiv koyrd út 1. mai í fjør, saman við trimum tarvskálvum, har hon so er blivin kviðin.
Ætlanin, var sum so ikki at fáa hana kvidnað, men heldur vita hvat hetta við at hava kúgv kundi blíva til, siga tey.
Tey hava seinastu tíðina hildið eitt vakið eyga við henni, eftir at teimum gjørdist greitt at hon fór at fáa ein kálv. Og um 5 tíðina í nátt kálvaði hon so.
Heima við hús hjá teimum á Eiði, umvegis vakmyndatól í seyðahúsinum, hava tey kunnað fylgt við, og sóu tey í nátt, at nú var stundin komin, tí ein ávísur óró var komin á kúnna.
Og fóru tey bæði tí av húsum á miðjari nátt, at verða hjástødd, tá ið hon kálvaði.
Og var tað eisini heppi at tey fóru avstað, tí tað sást skjótt at hon kláraði ikki sjálv at fáa kálvin út, og mátti hava hjálp til at fáa kálvin tað síðsta pettið út.
Hóast tað ikki er endaligt avgjørt enn, so verður kálvurin nokk kallaður “Sofus”, siga tey skemtandi.
Til spurningin um tey ætlað at halda fram við at hava kúgv, so er svarið eitt sindur ógreitt.
Komandi 15 mánaðirnar verður tó kúgv í húsinum meðan kálvurin veksur til. Hvat hendir aftaná tað, vita tey ikki.
Men siga tey samstundis avgjørd, at tað hevði ikki verið tað býttasta at havt kúgv standandi á bási, og tískil fingið útvega sær sína egnu mjólk. Líka sum í gomlum døgum.
Myndir: Eysturoyarportalurin og privat











