Løgmálaráðið
25. august 2025 sendi eg sum landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum út eitt rundskriv um heiðurstekin fyri tænastu í tilbúgvingini. Tað er ein sjálvfylgja, at vit í Føroyum skulu heiðra okkara egnu við egnum heiðursmerkjum, tí sum Hargaskaldið yrkti – vit eru føroyingar, serstøk tjóð. Fríggjadagin 24. oktober 2025 hevði eg tann heiður, at lata fyrsta merkið fyri drúgva tænastu inna føroysku tilbúgvingina til Sunleiv Højgaard. Hetta varð ein kensuborin løta fyri mong, ið vóru til staðar í dag.
Sunleiv Højgaard kann sigast at vera ein stovnur í sjálvum sær innan føroysku tilbúgvingina. Í meira enn fjøruti ár hevur hann staðið í fremstu røð – sum sløkkiliðsmaður, leiðari og fyrimynd. Bæði tá eldurin hevur tikið seg upp, tá náttúran hevur víst sína styrki, og tá menniskju hava verið í neyð.
Sunleiv hevur verið við til at byggja upp eitt sløkkilið og eina tilbúgving sum stendur sterk og væl fyri í dag. Hann hevur tikið ábyrgd og ment fakligu dygdirnar, og samstundis lagt dent á, at arbeiðið verður gjørt skynsamt, tryggiliga og við virðing fyri fólki og uppgávu. Sunleiv hevur sýnt, at tilbúgving er meira enn at sløkkja eld – tað er at skapa tryggleika og álít í einum felagsskapi, har hvør veit, at onkur stendur klárur, tá tað krevst.
At Sunleiv fekk handað fyrsta heiðursteknið fyri tænastu í tilbúgvingini, er eisini ein viðurkenning av øllum teimum, sum dagliga gera hetta týdningarmikla arbeiðið kring landið. Við hesum tekni vilja vit vísa takksemi – ikki bara fyri áralangt trúfast arbeiði, men fyri eitt haldført íkast til sjálvan grundvøllin undir okkara felags trygd og samhaldi.
Hjartaliga til lukku, Sunleiv!


Myndir: Løgmálaráðið
