Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.11.2022 09:47

Fyrsta formansrundan

Mynd: KVF (Skíggjamynd)

Eygleiðing

Í gjár var fyrsta formansrundan í Kringvarpinum til komandi løgtingsval. Men tað var nokk ikki tað, sum fylti mest og var mest spennandi hjá teimum flestu í gjár.

Men ta var søgan um, at Christian Andreasen hevði kasta handklæði í ringin, og at kreppufundur var hjá Fólkaflokkinum nú flokkurin var uttan ein skipara á brúnni og flokkurin gekk í bólkum – liberalum og konservativum bólkum.

Í sjónvarpsstovuni í gjár vóru allir flokksformenninir og tann eina flokksforkvinnan øll møtt, meðan Beinir Johannusen var “stand-in” fyri Fólkaflokkin, meðan allur flokkurin sat á Hotal Brandan. Men tað skuldi vísa seg seinni, at hetta var innkoyringin hjá nýggja formanni Fólkafloksins til skiparastólin í flokkinum. Ein sokallaður “mannfólkaprøvi”, at síggja um hann var klárur til uppgávuna.

Til sjálvt kjakið í sjónvarpsstovuni, so var tað ikki nógv at reypa av. Tað sást týðuliga, at fólk vóru útkoyrd aftaná fólkatingsvalið og allan tann dramatikkin seinastu dagarnar. Ella vóru summi bara ikki har uppi sum “klokkurnar ringja”. Vónandi og væntandi fer hetta at broytast komandi tíðina.

Allir flokkar vóru meira ella minni samdir um, at skatturin skuldi tillagast onkursvegna. Hetta var eisini gjøgnumgangandi evnið í kjakinum í gjár, hóast verturin John Johannesen gav forfólkinum fríar teymar, at tosa um tað tey høvdu hug til.

Annars var tað løgið og kanska skelkandi fyri serliga Tjóðveldisfólk og loysingarsinnaði, at formaðurin í Tjóðveldi ikki nevndi loysing, Ríkisfelagsskapin ella blokkstuðulin við einum orðið. Serliga tá hugsað verður um, høvðusaðalmálið hjá flokkinum er júst frælsinshugsjónin. Og at flokkurin hevur havt stóra afturgongd seinastu árini, og á Fólkatingsvalinum seinast var saman við Fólkaflokkinum ein av sokallaðu taparunum. Og var tað serliga formaðurin Høgni Hoydal, sum hevði eitt vánaligt val, saman við einum øðrum formanni, nemliga Christian Andreasen, sum sjálvur tók avleiðingarnar í gjár.

Tað kom annars ikki nógv nýtt undan sólini í kjakinum, har fólk nokk hava sagt mest sum alt tey høvdu uppá hjarta seinastu vikurnar.

Um gitast skal longu nú um møguligar samansetingar til eina nýggja samgongu, so er tann mest upplagda og eyðsýnda samgongan ein samgonga millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, kanska saman við Sjálvstýrisflokkinum, um hann sleppur uppum tinggáttuna ella møguliga Framsókn.

Ein sjálvstýris-ella loysingsinnað samgonga er ikki rættuliga sannlík í skrivandi stund, bæði tí at teir sokallaðu stóru flokkarnir – Fólkaflokkurin og Tjóðveldi síggja út til at missa nógvar veljarar og ikki hava so stóra undirtøkum millum fólk sum áður, og tí ikki fáa nóg nógv tingfólk at skipa stjórn saman, við eitt nú Framsókn ella Sjálvstýrinum. Og so er ta eisini gamla aggið millum flokkarnir og ávís fólk í flokkunum, sum ger tað mest sum ómøguligt at samstarva.

Ein flokkur sum hevur fingið nógvan kritik seinastu tíðina er Miðflokkurin og formaður flokksins. Trýst gevur móttrýst siga tey. Tí kann hugsast at konservativur veljarar í øðrum flokkum, í t.d. Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum fara at venda sær ístaðin til Miðflokkinum hesu ferð. Tí er tað ikki ómøguligt, at Miðflokkurin fer at fáa eina serstøðu í eini komandi samgongusamanseting, hóast flest flokkar nú siga seg ikki vilja samstarva við Miðflokkin, vegna teirra sjónarmið.