Fyrrverandi U21-landsliðsleikarin Lukas Giessing venur í Sarpugerði í hesum døgum.
Hann gevut ikki spælt seinastu mánaðirnar, síðani hann leikti fyri NSÍ síðsta kappingarár.
Fyri Eysturoyarportalinum upplýsir høvuðsvenjaring hjá Víkingi Jóhan Petur Poulsen, at 23 ára gamli Lukas Giessing hevur fingið loyvið, at venja við bestaliðnum hjá Víkingi hesar dagarnar. Men ongar ætlanir er at skriva sáttmála við hann í skrivandi løtu. Tað fer so tíðin at vísa.
Áðrenn Lukas kom til Føroyar at leika, spældi hann ungdómsfótbólt í FC Midtjyllandi.
Í Føroyum heaver hann umboða feløgini HB, AB og seinast NSÍ.