Hann hevur ikki dult fyri tí alment, at hann hevur verið sera misnøgdur um handfaringina av málinum um “Gongd í haga”, sum hevur verið á breddanum seinasta árið.
Bjørn Kalsø, bóndi, og fyrrverandi landsstýris-og løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, er ikki limur longur í Sambandsflokkinum. Hetta váttar hann alment í morgun í KVF.
Og tað sum óiva hevur fingið bikarið at flóta yvir hjá honum, er tað at hansara nú fyrrvernandi flokkur, Sambandsflokkurin, hevur gingið í “hjúnarlag” saman við núvernandi samgongu og fingið avgreitt Ferðavinnulóguna, sum var samtykt á løgtingið í gjár.
Bjørn Kalsø stillaði fyri fyrstu ferð upp fyri Sambandsflokkin í 2004.
Frá 2004 til 2008 var hann landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og frá 2011 til 2015 var hann landsstýrismaður í mentamálum.
Deil á Facebook