Tíðindaskriv/ Visit Faroe Islands
Árliga átakið hjá Visit Faroe Islands, ”Closed for maintenance – Open for voluntourism” verður aftur í 2026.
Øll í Føroyum hava hava javnbjóðis møguleika at luttaka í átakinum við egnari verkætlan og latið er nú upp fyri, at kommunur, kunningarstovur, jarðareigarar og onnur kunnu senda inn uppskot til verkætlanir.
Eins og undanfarin ár, er pláss fyri áleið 10 ymiskum verkætlanum kring landið. Umframt øll tey føroysku sjálvbodnu, verða áleið 100 útlendingar við í átakinum.
Fyri at verða ein av teimum 10 verkætlanunum, skal avvarðandi kommuna ella kunningarstova senda inn umsóknarskjalið, ið er at finna á leinkjuni niðanfyri. Onnur áhugað kunnu søkja umvegis kommununa.
Skjalið skal fyllast út nágreiniliga og tess betri verkætlanin er umhugsað og lýst, tess betri møguleika hevur umsøkjarin at verða ein av teimum 10 verkætlanum sum pláss er fyri. Tað hevur týdning, at verkætlanin er viðkomandi í ferðavinnuhøpi og loysir ítøkiligar avbjóðingar m.a. har sum ábøtur eru neyðugar.
Visit Faroe Islands letur umsøkjarunum eina fasta upphædd fyri kost og logi og kommunan/kunningarstovan ger síðani av, hvørjir veitarar í økinum verða brúktir til at veita mat og gisting.
Í tilgongdini at fyrireika verkætlanirnar veitir Visit Faroe Islands holla ráðgeving, so tryggjað verður at allar verkætlanir verða so væl fyriskipaðar sum til ber.
Freistin at lata inn uppskot til verkætlanir er mánadagin 10. november 2025.
Vilt tú luttaka í átakinum 2026, skal umsóknarskjalið fyllast út og sendast okkum á t-post: alda@visitfaroeislands.com. Umsóknarskjalið finnur tú her.
Tá freistin er farin, viðger Visit Faroe Islands verkætlanirnar og ger av, hvørjar verða partur av Closed for maintenance – Open for Voluntourism átakinum í 2026, sum verður dagarnar 30. apríl – 2. mai 2026.
