Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.04.2024 14:16

Fyrilestur í Kolshøll um Søren Kierkegaard

Fotografi efter blyantstegning udført ca. 1840 af N. C. Kierkegaard

Eiðis kommuna

Týskvøldið 9. apríl klokkan 20.00 heldur Jákup Bogi Joensen, journalistur og filosoffur, fyrilestur í Kolshøll undir heitinum: Hugleiðingar um Søren Kierkegaard og ávirkanin av hansara heimspeki.

Fyrilesturin fer afturum nøkur av teimum mest grundleggjandi eksistentiellu hugtøkunum í heimspekini hjá Kierkegaard. Fyrilesturin lýsir, hvørja ávirkan eksistentialisman hjá Kierkegaard hevur havt fyri eftirtíðina, og hvussu heimspekin hevur ávirkað fyrilestrahaldaran.

Jákup Bogi Joensen hevur skrivað serritgerð á Aalborg Universiteti um heimspekina hjá Søren Kierkegaard og hugtakið úrvóning, ella “fortvivlelse”.

Eftir fyrilesturin verður høvið at seta spurningar.