Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.11.2022 09:36

Fyrilestrar á Sunda Bókasavn á Oyrarbakka

Mynd: sunda.fo

Í november eru tveir fyrilestrar á Sunda Bókasavni.

Mikudagin 9. november kl. 19.00 er tað Sissal  Vágsheyg Erenbjerg, sum kemur at greiða frá síni PhD verkætlan, sum snýr seg um rákið kring Føroyar og í Sundalagnum norð. Serliga eru tað tær serligu umstøðurnar í Sundalagnum norð, hon fer at tosa um.

Mikudagin 23. november kl. 19.00 kemur Óluva R. Eidesgaard, jarðfrøðingur og PhD, at greiða frá um jarðhita og grundvatn sum orku- og drekkivatnskeldu. 

Seinastu árini er jarðhiti vorðin ein sera væl umtókt orkukelda. So hvørt sum fleiri jarðhitahol verða borað, økist kunnleikin um grunnu føroysku undirgrundina og ikki minst um grundvatnið. 

Óluva R. Eidesgaard vardi í juni 2021 PhD ritgerð sína, ið millum annað lýsti, hvussu vit við serligari boriholsútgerð kunnu kortleggja, hvussu grundvatnið í føroysku undirgrundini ferðast.

Fyrlestrarnir eru almennir, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunda Bókasavn heldur til í Skúlanum við Streymin á Oyrarbakka.