Mynd: Bjørt Samuelsen
Lesarabræv
Okkum tørvar eina virðiliga, ótroyttiliga og djarva rødd, sum hvønn dag er til arbeiðis fyri Føroyar. Við tínum áliti og við drúgvum politiskum royndum, bjóði eg meg fram at umboða okkum á Fólkatingi.
Fremsta uppgávan er áhaldandi at arbeiða fyri og stuðla undir at fáa alla ábyrgd av okkara viðurskiftum og sleppa av við forðingar. Og at arbeiða fyri at loysa avbjóðingar hjá borgarum okkara.
Vit mugu taka uttanríkis- og verjupolitiska kjakið í álvara og vísa, at vit vilja taka ábyrgd. Á Løgtingi og á Fólkatingi. Vit skulu duga væl at samstarva, samstundis, sum vit mugu tryggja Føroyum innlit, ávirkan og avgerðarrætt í øllum málum, sum viðvíkja landi okkara. Avgerðir, sum snúgva seg um føroysk áhugamál, skulu ikki longur kunna takast uttanum okkum!
Føroyar hava ikki sama møguleika, sum sjálvstøðug lond, at gera avtalur og uttanríkispolitiskt samstarv við onnur lond. Eg vil arbeiða fyri, at taka niður hegnini, sum í dag stika okkum inni.
Og arbeiða fyri at bøta um viðurskifti hjá lesandi, sjúklingum, pensjonistum og øðrum, sum hava avbjóðingar ella detta niðurímillum í skipanum í Føroyum og Danmark.
Á Fólkatingi vil eg eisini stuðla undir tilgongdina at yvirtaka føroyska loftrúmið og tey máløki, sum eftir eru at yvirtaka. Og eg vil á øllum atkomuligum pallum varpa ljós á og tala okkara søk.
Og sjálvandi vil eg samstarva um mál, av felags áhuga. Sum vit eiga at gera við danir eins væl og onnur lond. Men eingin ivi má nakrantíð vera um, at tað er fólkið her í landinum vit umboða og arbeiða fyri! Tí ætli eg mær ikki at leggja meg út í danskan politikk, uttan so, at tað snýr seg um Føroyar ella føroysk áhugamál.
Undir øllum mínum politiska virksemi liggur ein grundleggjandi hugsjón um álit á okkara egnu megi. Tann andan taki eg við mær á Fólkating, fái eg álitið frá veljaranum.
Bjørt Samuelsen
valevni til Fólkatingið
Tjóðveldi
Deil á Facebook