Tíðindaskriv/ Bókadeild Føroya Lærarafelags
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fýra nýggjar bøkur út til børn og ung í ársins fyrsta bókaumfari. Serliga forkunnug er upprunaføroyska smábarnabókin Bjarta bustar tenn. Les meira um bøkurnar niðanfyri.

Bjarta bustar tenn
Bjarta hevur fínar tenn, sum kunnu brúkast til alt møguligt. Nú er songartíð. Kom og busta tenn, Bjarta!
Men Bjarta tímir yvirhøvur ikki at busta tenn …
Bjarta er ein upprunaføroysk røð, sum Silja Aldudóttir skrivar, og Lena Nicolajsen myndprýðir.
Bókin er innbundin, 22 síður og til børn uml. 0-2 ár.
Prísur: 185,-
Gávan

Hetta er ein bók, sum er ólík øllum øðrum bókum! Fyrst bjóðar bókin inn í føðingardagin hjá Billu. Men vit eru komin ov seint. Allir gestirnir eru farnir, og allar gávurnar eru latnar upp. Uttan ein! Ein gáva krógvar seg í kamarinum hjá Billu …
Gávan er ein bók við trimum ymiskum bókum í ymiskari stødd. Tilsamans siga tær søguna um, hvussu søgur skapa nýggjar søgur og liva víðari langt eftir, at síðsta síðan er lisin.
Emma Virke skrivaði, Emelia Östergren myndprýddi, og Sanna A. Dahl týddi úr svenskum.
Bókin er innbundin, 64 síður og til børn uml. 3-5 ár.
Prísur: 249,-

Klukkulakkurin – Kanningarbólkurin 7
Tað allarbesta í tivolinum er horvið. Klukkulakkurin, heimsins skjótasta rasaraklukka, er vekk. Og onkur roynir at geva Kanningarbólkinum skyldina. Ella og Felix mugu finna út av, hvør hevur tikið hann, og bjarga bæði tivolinum og sínum egna navni.
Bobbie Peers skrivaði, Sandra Steffensen myndprýddi, og Silja Aldudóttir týddi úr norskum.
Bókin er heft, 108 síður og til børn uml. 6-9 ár.
Prísur: 189,-

Tjóvadrotningi
Várið kemur, býurin livnar aftur, og á Norðurbrúnni flokkast áskoðarar um eina sýning við knívakasti. Men á Almanna barnaheimi hevur Mika annað at hugsa um. Tvey av teimum faðir- og móðurleysu børnunum eru farin at skulka úr skúlanum, og løgreglumaðurin Valdimar Hoff kemur við einari óvæntaðari ákæru. Mika skilir skjótt, at børnini eru uppi í onkrum, sum er vandamiklari, enn tey sjálv duga at skyna á. Fyri at bjarga teimum má hon seta sítt egna lív í váða.
Tjóvadrotningin er framhald av Náttarravninum.
Johan Rundberg hevur skrivað, og Guðrið Rubeksen týddi úr svenskum.
Bókin er heft, 202 síður og til børn uml. 10 ár og eldri.
Prísur: 225,-
