Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.04.2024 22:18

Fýra greiningarrit um uttanríkis-, verju- og trygdarmál fingið stuðul

Mynd: Granskingarráðið

Granskingarráðið

Fyrstu játtanirnar av nýggju granskingarskránni í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum eru nú latnar.

Faknevndin fyri skránna um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk – FASDiNA – hevur gjørt av at játta tilsamans 965.000 kr. til fýra greiningarrit (Policy Papers).

Endamálið við greiningarritunum er at økja vísindaliga vitanargrundarlagið í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Ritini eru hugsað at skula verða grundarlag undir kjaki og samrøðum og víðari gransking í samlaðu granskingarskránni.

Tilsamans seks umsóknir vóru um játtanir til greiningarrit. Tey fýra ritini, ið fáa stuðul, eru:

Organiseringen af Forsvars-, Udenrigs- og Sikkerhedspolitik under Hybrid Suverænitet – Ulrik Pram Gad. Dansk Institut for Internationale Studier
Játtan: 250.000 kr.

The Faroe Islands, Small States and the Allliance Dilemma – Heini í Skorini, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetur Føroya
Játtan: 248.610 kr.

Hybrid Threats in the North Atlantic – Tobias Liebetrau, Center for Military Studies, Department of Political Science, Københavns Universitet
Játtan: 242.125 kr.

Resilient communication infrastructures in the North Atlantic – Signe Ravn-Højgaard, The Think Tank for Digital Infrastructures
Játtan: 224.556 kr.

Granskingarskráin í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum er játtað av Fólkatinginum og fyrisitin av Granskingarráðnum. Tilsamans eru 15,7 mió. kr. miljónir játtaðar í tíðarskeiðnum 2023-2026.

Umframt greiningarritini er møguleiki at stuðla tveimum granskingarverkætlanum í ár við upp til 3 mió. kr. hvør. Umsóknarfreistin at søkja um stuðul til granskingarverkætlanir er 2. mai.

Yvirskipaða endamálið við granskingarskránni er at skapa nýggja vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum. Eisini er endamálið at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum økinum.