Reiðarafelagið fyri Handilsskip
Við vaksandi virksemi og grønum orkuskifti heitir Reiðarafelagið fyri Handilsskip á landsstýrið um at betra karmarnar.
Á aðalfundinum hjá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip í farnu viku var boðskapurin greiður. Handilsflotin er ein av grundarsteinunum undir føroyska búskapinum, og tí eigur vinnan at hava greiðar og kappingarførar karmar at virka undir.
Shipping er ein av størstu útflutningsvinnunum í Føroyum, og reiðaríini skapa bæði arbeiðspláss og fjølbroytt vinnulív. Tí eigur politiski myndugleikin at verja, menna og raðfesta handilsflotan og virksemið undir føroyska flagginum.
Tað eru ítøkiligar avbjóðingar, sum sambært felagnum mugu loysast, um vinnan skal mennast víðari. Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur tí sett fram fýra greið tilmæli til landsstýrið í komandi ári:
1. Øll reiðarí undir FAS mugu kunna avgreiða uttanlandsflytingar
Seinastu tíðina hava fleiri reiðarí upplivað trupulleikar við uttanlandsflytingum í føroysku peningastovnunum. Felagið mælir tí til, at øll reiðarí undir FAS fáa loyvi at brúka útlendskar peningastovnar fyri at tryggja avgreiðslu av uttanlandsflytingum.
2. Tonsaskattalógin má dagførast
Verandi lóg loyvir bert tveimum mánaðum av time-chartering av skipum, sum ikki eru skrásett í FAS. Hetta setur føroysku reiðaríini afturút í kappingini. Felagið mælir til at hækka markið til fimm ár ella loyva at nýta útlendsk skip, um tey strategiskt verða rikin úr Føroyum; serliga í sambandi við grønar umleggingar og endurnýggjan av flotanum.
3. Atgongd til útlendska manning
Kravið um, at skip skulu leggja at í Føroyum minst 26 ferðir um árið fyri at sleppa undan føroyskum setanarreglum fyri útlendska manning, avmarkar møguleikarnar hjá føroyskum reiðaríum. Felagið mælir tí til, at reiðarí fáa møguleika at brúka antin altjóða minimumssáttmálar hjá ITF ella setanarviðurskifti í bústaðarlandinum hjá manningini – uttan treyt um sigling til Føroya.
4. Betri atgongd til fleiri marknaðir
Manglandi tvískattaavtalur og avtalur um cabotage-sigling forða føroyskum reiðaríum at bjóða seg fram á fleiri marknaðum. Felagið mælir til, at landsstýrið virkir fyri fleiri slíkum altjóða avtalum, sum kunnu betra um atgongdina hjá føroyska handilsflotanum.
Grønt orkuskifti og vøkstur í vinnuni
Í frágreiðingini frá nevndini verður staðfest, at reiðaríini gera stórar íløgur fyri at umleggja til burðardyggar orkuskipanir, sum fylgja altjóða krøvum. IMO-settu málini um CO2-fría skipasigling í 2050 eru krevjandi, men limirnir í felagnum eru byrjaðir at gera íløgur og menna nýggjar loysnir.
Orkuskiftið er ein nýggjur veruleiki, sum handilsskip mugu hugsavna seg um og virka undir. Føroysku reiðaríini standa seg ikki aftan fyri útlendsk reiðarí, tá ið tað ræður um at minka útlátið.
Hóast vinnan stendur framman fyri stórum avbjóðingum við millum annað starvsfólkatroti og strongum umhvørviskrøvum, er Reiðarafelagið fyri Handilsskip bjartskygt og sær góðar vakstrarmøguleikar. Felagið fegnast eisini um, at áhugin fyri FAS-skránni er støðugur, og at shipping í hóskandi mun skapar vitanarstørv bæði á sjógvi og landi.
Til ber at lesa alla ársfrágreiðingina hjá Reoðarafelagnum fyri Handilsskip her
Jónas nýggjur í nevndini
Á aðalfundinum vórðu Jens Meinhard Rasmussen og Gunnbjørn Joensen afturvaldir í nevndina. Harumframt var Jónas Sigmarsson valdur sum nýggjur limur. Við hesum telur nevndin nú sjey limir.
Nevndin í felagnum er mannað soleiðis:
- Jens Meinhard Rasmussen, formaður
- Hentzar Steingrímsson, næstformaður
- Álvur Højgaard
- Bogi P. Nielsen
- Gunnbjørn Joensen
- Sjúrður Johansen
- Jónas Sigmarsson