Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.03.2026 16:40

Funnu grind í Djúpunum – lótu hana fara

Á middegi í dag bleiv ein lítil grind funnin í Djúpunum. Tað var ein útróðrarbátur sum fann hana.

Avgjørt bleiv tó, í samráð ímillum sýslumann og grindaformenn, at lata grindina fara, tí tað er so stutt síðani at ein stór grind legði beinini í Fuglafirði.