Trúboðin
Síðsta vikuskifti var fullsett familjulega í Nesvík, har børn og foreldur hugnaðu sær óført saman.
Eini 80 børn umframt vaksin vóru á leguni, og tey lótu væl at.
Familjulega er eitt frálíkt høvi fyri familjuna at hugna sær saman, og har børn kunnu fáa nýggj vinfólk, meðan foreldrini hugna sær við kaffimunni, práti v.m.
Og mest av øllum – her kunnu børn og vaksin vera saman, spæla saman og fáa andliga áfylling saman og læra um Guds kærleika. Evnið á leguni hesaferð var takksemi. Og vit eru takksom fyri øll, sum komu á legu, og fyri tey sjálvbodnu, sum løgdu nógva orku í at skipa fyri eini væl eydnaðari legu.










