Trúboðin
Komandi vikuskifti verður Leguhúsið í Nesvík karmur um eina serliga legu fyri ung og vaksin, ið eru 17 ár og eldri. Legan er longu fullsett – og tað er greitt, at áhugin fyri hesum vikuskifti er stórur.
Evnið fyri leguna í ár er djúpt og persónligt: “Hvat er endamálið við lívinum – hví eri eg til?” Hetta er ein spurningur, sum nógv hava grundað yvir – og sum vit øll á ein ella annan hátt leita eftir svarum til. Á leguni verður hugsað djúpt og deilt opið, tá vit saman kanna, hvar meiningin við lívinum kann finnast.
Undirvísingin byggir á Bíbliana – ein aldargomul bók, sum enn í dag gevur svar til lívsins stóru spurningar. Hon vísir á sannleikar, sum hava staðið sína roynd gjøgnum øldir – og sum enn eru viðkomandi í okkara tíð. Í bíbliutímunum verður dentur lagdur á, hvat Bíblian lærir okkum um lívsins endamál og okkara virði sum menniskju.
Undirvísararnir á leguni eru Petur Súni Jacobsen, Bergur Debes Joensen, Suni Justinussen og Marjan Kass Nielsen – hvør við sínum serkunnleika og evnum at seta orð á tað, sum ofta kann vera torført at fáa greiðu á.
Men legan snýr seg ikki bert um undirvísing. Tað verður eisini nógv tíð til hugna, spøl og gott prát – eitt vikuskifti við felagsskapi, nærveru og gleði.