Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.01.2023 08:27

Fuglfirðingur leingir við EB/Streym

Mynd: EB/Streymur

Fuglfirðingurin Bogi Reinert-Petersen ið kom til EB/Streym í fjør, hevur skriva undir ein sáttmála fyri kappingarárið 2023.

EB/Streymur sigur á heimasíðu síni soleiðis: “Bogi hevur verði ein fongur síðani hann kom til felagið, ein sterkur og hart arbeiðandi miðvallari, ið vit eru sera glað fyri. Í EB/Streymi eru vit samstundis sera fegin at enn ein profilur hevur valt at halda fram.”

Bogi Reinert-Petersen hevur áður umboðað barndómsfelagið sítt ÍF, og eisini Víking og HB í bestu deildini, umframt at hann hevur umboðað Kolding IF í triðbestu donsku deildini og Vejle BK sum ungdómsleikari.