Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.09.2025 18:43

Fuglfirðingar bidnir um at lata vindeyga og hurðar aftur

Savnsmynd. Tasiilaq á beding á Skála. (Mynd: MEST)

Løgreglan fekk seinnapartin í dag eina fráboðan um, at ammoniak lak úr køliskipanini á grønlendskum trolara Tasiilaq sum liggur við bryggju í Fuglafjørði.

Talan er um ein ventil, sum er farin at leka á einum ammoniaktanga. Løgreglan upplýsir, at í løtuni er eingin vandi á ferð, men heita á fuglfirðingar, sum búgva nærhendis havnaøkinum, um at hava vindeygu og hurðar aftur.