Eyp
Hann hevur nógv jørn í eldinum fyri tíðina. Hann hevur akkurát avdúkað vinnarin av hugskotskappingini til nýggju miðbýarætlanina til Fuglafjørð. Hann er borgarstjóri í einari kommunu við nógvari og stórari vinnu og við nógvum arbeiðsplássum. Og so er hevur hann seinastu mánaðinar verið í tvídrátti við grannakommununa um framtíðina viðvíkjandi felags framhaldadeild.
Talan er um Dávur Juul, sum hevur sitið í borgarstjórasessinum í Fuglafjarðar kommunu í skjótt fýra ár, eftir at hann óvænta kom brestandi inn frá síðulinjuni til seinasta kommunuval.
Hørð politisk byrjan
Dávur Juul dylur heldur ikki fyri at tað til tíðir hevur verið strævið. Hóast ikki nakar ársungi, so kom hann heilt óroyndur og sum eitt óskrivað blað inn í kommunalpolitikk.
-Har var nógv at seta seg inn í, bæði politiskt og fyrisitingarliga.
Men tað sum nokk var strævnast og fylti allarmest hjá nýggja borgarstjóranum, var fíggjarliga støðan hjá kommununi.
-Kommunan hevði eina stóra skuld at dragast við. Ov nógvar stórar verkætlanir vóru settar á skinnarin ella farnar í gongd í senn, samstundis sum at mest sum allar verkætlaninar gjørdust dýrari enn væntað.
–Harumframt vóru inntøkurnar til kommunukassan eisini nakað væl lægri enn spátt var frammanundan, sigur hann.
Tískil mátti býráðið í teir skitnu arbeiðshandskarnar, har eitt hart og miðvíst arbeiði mátti til, fyri at tálma øllum útreiðslunum, og samstundis minkað skuldina hjá kommununi.
-Eg haldi, at nú byrjar at síggja ljósari út fyri Fuglafjarðar kommunu, sum er komin niður á eina hálva álíkning eftir tí nýggja leistinum.
-Fuglafjørður hevur eina stóra og sterka vinnu, og sæst tað eisini aftur. Fólkið í kommununi forvinna eina góða ársløn. Og liggur kommunan eisini langt fremst tá ið tað kemur til inntøkur av partafelagsskatti, sigur borgarstjórin.
Nógv virksemið í Fuglafirði
Fuglafjarðar býur er kendur fyri sítt stóra og sterka vinnulív, bæði í Fuglafirði og á Kambsdali.
Og í hesum døgum er eisini nógv virksemið og arbeiðið á havnalagnum í Fuglafirðið.
-Tríggjar ymiskar fyritøkur, Havsbrún, Bergfrost og Framherji, gera íalt fimm nýggjar tunlar og uml. 400 metrar av atløguplássi. Útbyggingarnar fara at hava meira skipaferðslu við sær, bæði føroyska og altjóða, sigur borgarstjórin.
-Vit hava eitt stórt byggipláss á havnalagnum beint nú, har Havsbrún og Bergfrost spreingja út fyri tunnlum fleiri hundrað metrar inni í fjallinum.
-Stór havnaútbygging fer fram, har Framherji og Havsbrún gera nýggja atløgubryggju, har grótið úr tunlinum verður brúkt til at fylla sjálvt havnalagið út við.
-Havsbrún byggir ein stóran byggning, samstundis, sum at ein stórur skorsteinur eisini skal setast upp í næstum, ein leingjan av tí verandi, sum fer at at leiða tað mesta av vælkenda luktinum í Fuglafirði vekk frá bygdum øki, sigur Dávur Juul.
Dávur hugleiðir eitt sindur um verandi støðu, har stóra fyritøkan Havsbrún fyllir nógv á havnalagnum og í býarmyndini annars. Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið.
-At Havsbrún kom til Fuglafjarður var av tí einføldu orsøk, at her var einki arbeiðið í bygdini.
-Mær er fortalt, at so lítið arbeiði var í Fuglafirið, at arbeiði sum kommunan hevði, deildi man millum mannfólki í bygdini, so at allir fingu nakrar tímar. Hetta er nokk síðst í 50´inum og fyrst í 60´inum. Tá vóru nógvir fuglfirðingar í Íslandi, Norra og í Grønlandi fyri at vinna til lívsins uppihald. Meðan teir sum vóru eftir fingu hesar tímarnir frá kommununi.
-Her var púra deytt. Men so byrjaði tað við at landstýrið avgjørdi at byggjast skuldi eitt virkið til at taka ímóti sildini. So vóru tað fuglfirðingar sum tóku seg saman. Tað var kommunan, arbeiðsmannafeløgini og handverkarafelagið, sum stovnaðu Havssild.
-Tað skuldi so byggjast eitt virkið sum kláraði 200-300 tons um døgnið at framleiða. Men so komu eisini aðrir aktørar, menn sum áttu skip, Hans Paule Johannesen, Esmar Fuglø og Aksel Hansen, sum søgdu, at tað mátti byggjast eitt størri virkið. Eitt sum kláraði 500-600 tons. Eina tvífalding. Tað vóru treytirnar um teir skuldu uppí. Og tí eitur tað Havsbrún. Ein samanrenning av Havssild, og av felaganum Dagsbrún, sum teir tríggir, Hans Paule Johannesen, Esmar Fuglø og Aksel Hansen áttu.
Ruskplássið flytast inn á Kambsdal
-Vit fara at byggja nýtt og nýmótans ruskpláss á Kambsdali. Tað burdi verið farið í gongd, men tað verður fyrsta dagin at arbeiðið við tí fer í gongd.
-Eisini fara vit undir arbeiðið at útfylla innkoyringina til grótbrotið á Kambsdali, tað ljóta sárið sum liggur fram við landsvegnum, soleiðis, at innkoyringin sum verður brúkt í dag verður stongd og fylt út við mold.
Borgarstjórin sigur, at økið skal hampast og fríðkast, soleiðis at tað fer at síggja vakurt út frá landsvegnum av. Síðani er ætlani at gera ein veg inn til sjálvt grótbrotið frá ídnaðarøkinum á Kambsdali, áleið har sum gamli timburhandilin var, sum er beint omanfyri.
Miðbýarætlanin
-Fuglafjarðar býráð hevði eina visjón um ein nýggjan miðbý í Fuglafirði. Vit gjørdu tí av at seta hetta arbeiðið á skinnaran, sigur Dávur.
Í januar 2024 tók býráðið í Fuglafjarðar kommunu avgerð um, at bjóða trimum teknistovum at luttaka í hugskotskapping til nýggja miðbýarætlan. Til innbodnu arkitektakappingina, valdi kommunan, at bjóða teknistovunum: EyA, Map og Henning Larsen NA við í hugskotskappingina.
-Og øll trý uppskotini, sum vóru avdúka í síðstu viku, vóru øll sera spennandi og áhugaverd eftir mínum tykki. So nú byrjar arbeiðið at finna røttu loysninar, sum passa best til okkara tørv í kommununi.
-Har var annars nógv at seta seg inn í, bæði við lesnaði og myndum, frá trimum sera væl úr hondum greiddum uppskotum. So tað var ikki lætt, at taka eina avgerð, um hvat uppskot var tað besta, sigur hann.
Borgarstjórin sigur, at tað hevur verið ein drúgv tilgongd at koma hertil, nú øll uppskotini eru løgd fram fyri almenninginum.
-Um tað var nakað sum eg kanska saknaði í uppskotunum, hóast okkurt smávegis var at síggja, var eitt gistingarhús.
–Sum nú er, so eru møguleikarnir at gista ikki teir bestu her í økinum, hóast okkurt Airbnb er. Men annars er ikki nógv at bjóða ferðafólki, tá ið tey koma hendavegin, og tað saknaði eg eitt sindur, sigur hann.
Spreingingarnar hava givið ávísar avbjóðingar
Eitt sum hevur fylt nakað í almenna rúminum í seinastuni eru spreingingarnar til nýggjar tunnlar sum verða gjørdar inni í fjallinum. Hetta hevur givið kommununi nakað av avbjóðingum, viðgongur borgarstjórin.
-Tað er sera harmuligt at tað er enda soleiðis. Har er tíðanverri ein javnur gangur av larmi í grannalagnum. Men tað fær ikki verið ørvísi, við einum so stórum og tungum vinnulívið í býnum. Og so sjálvandi eisini við øllum tí byggivirksemið sum er har í løtuni.
-Kommunan hevur havt gott samskifti við partarnar, bæði grannar og arbeiðstakara, og er ta okkara vón at trupuleikin kann loysast. Vit fara at hyggja uppá hvat vit kunnu gera og justera uppá. Vit hava longu stramma upp uppá ymskar mannagongdir t.d. nær sprongt verður osv., sigur Dávur Juul.
Borgarstjórin sigur, at longur inn í fjallið komið verður við arbeiðinum, minnið órógv og ristingar verða at hoyra og merkjast hjá grannunum.
Vón um framhald av frammhaldsdeildini
Orrustan hevur til tíðir verið sjónlig í almenna rúminum seinasta gott hálva árið. Serliga hava tað verið borgarstjórarnir báðir, ávíkavist í Fuglafjarðar Kommunu og Eysturkommunu, sum hava verið ósamdir viðvíkjandi einum framhaldandi samstarvið í sambandi við framhaldsdeildini, sum hevur virkað síðani 1960´ini.
Men nú er vón fyri frammman um eina loysn.
-Eg havi eina vón um, at vit fara at finna eina semju. Vit, kommunurnar báðar, hava í hvør sínum lagi sitið og arbeitt við ymsum uppskotum seinastu tíðina, og verður vónandi ein varandi loysn funnin í nærmastu framtíð. Ein loysn, sum fer at tæna næmingunum á bestan hátt og sum fer at gera, at samstarvið fer at halda áfram fram til 2039.
-Endalig avgerð verður nokk tikin um ikki so langa tíð.
–Men eg kann siga so nógv, at tað ongantíð hevur verið tað fíggjarliga sum hevur ligið ímillum. Tað hevði verið bíligari fyri okkum í Fuglafjarðar Kommunu um vit fóru hvør til sítt, men tað er ikki tað vit ynskja, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu.
Stillar uppaftur
Hann kom so at siga brestandi inn á kommunala politiska pallin, tá hann, mest sum burturúr ongun, fekk flestar atkvøður til seinasta val. 78 atkvøður í alt og var fyrst valdur.
-Eg ætlaði ongantíð at stilla upp av fyrstan tíð. Eg silgdi úti, men var farin so smátt at spæla mær við tankan um at leggjast uppá land. So fekk eg eina áheitan um at stilla upp á lista F. Hóast eg hevði ongar vónir um at koma inn, so játtaði eg at koma uppá listan.
Nú nærkast at skeiðið er runnið út. Men borgarstjórin heldur at væl er komið burturúr hjá hesum býráðnum.
-Eg haldi at býráðið hevur gjørt eitt gott arbeiðið. Um okkurt skal takast burturúr rúgvuni, so kann t.d. nevnast, at vit eru komin við eini nýggjari spennandi miðbýarætlan, ein nýggj snotulig heilsumiðstøð er komin og at skuldin hjá kommununi er minkað nógv. Hatta er bert okkurt úr allari rúgvuni.
–Men vit koma sjálvandi ongantíð á mál. Mál sum liggja og bíða og sum arbeiðast skal við framyvir eru m.a.:, eldraøki/eldra íbúðir, lendiskeyp til útstykkingar og vegir, fjarðhitaskipan og dagføring av 64 skúlanum. Eisini skal skjøtul setast á at gera miðbýarætlanina til veruleika.
-Mær hevur annars dámt væl í borgarstjórasessinum. Eg haldi at tað hevur gingið á einari leið. Sjálvandi hava fleiri snávingarsteinar verið á leiðini, okkurt kundi verið gjørt ørvísi og kanska hevur man eisini trakað onkran ov hart á tærnar. Men í tí stóra heila haldi eg at tað hevur gingið gott, sigur hann.
Í heyst verður aftur kommunuval. Til spurningin um hann ætlan sær at stilla uppaftur, so er svarið játtandi.
-Tað er ætlanin. Ella tað rokni eg við, sigur Dávur Juul, borgarstjóri, at enda við Eysturoyarportalin.
Kommunuval verður 12. november 2024.
Deil á Facebook