GRILL-PARTY – við hugna, tónleiki og ókeypis pylsum beint av grillini.
Góðu fuglfirðingar!
Vit fara at gagnýta tropiska veðrið fríggjadagin á Torginum við Mentanarhúsið og geva øllum møguleika fyri, at lata grýturnar standa órørdar í skápinum.
Fuglafjarðar kommuna stuðlar við pylsum og grillmeistarnir eru klárir kl. 17:00.
Lokala kvartettin: Njal, Mouritz, Eyðun og Dávid fara at spæla gamlan siðbundnan country tónleik.
Fimleikafelagið Flog standa klár at selja kaffi/the og okkurt søtt og fólk frá John’s selja kaldar drykkjuvørur.
Kl. 20.00 verður eitt brak av eini rokkkonsert í Mentanarhúsinum, les nærri á mh.fo ella á teirra síðu her á Facebook.
PS. Tað er skilagott at hava nakrar leysar krónur við sær til smákeyp, so sum kaffi og sodavatn.