Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.09.2024 14:53

Fuglafjarðar sløkkilið fær nýggjan brandbil í 2025

Mynd: Fuglafjarðar Kommuna

Fuglafjarðar Kommuna

Í samband við at Fuglafjarðar býráð hevur sett pening av á fíggjarætlanini fyri 2024 til ein nýggjan brandbil, hevur Fuglafjarðar sløkkilið skrivað kontrakt við Hauberg Technique A/S, um veitan av nýggjum brandbili. Hesin kemur at avloysa 35 ára gamla brandbilin hjá Fuglafjarðar sløkkiliðið. Talan er um ein Volvo FMX 4×4 við 540hk. Bilurin verður uppbygdur hjá WISS í Polen og endaliga liðugtgjørdur hjá Hauberg Technique A/S í Danmark.

Bilurin er útgjørdur við nýmótans klippiútgerð, 3000L tanga, vatnkanón, spælið, skúmanleggið og aðrari hentari útgerð.

Átaksleiðarin sigur, at bilurin verður leveraður frá Volvo til uppbyggjaran í februar 2025, so spennandi verður at fylgja gongdini, inntil hann verður leveraður hjá sløkkiliðnum seint á sumri 2025.