Myndir: Eivind Breiðaskarð
Fuglafjarðar Kommuna grevur út og planerar fyri tíðina 3 grundstykkir inni í Fuglafirði.
Á Hornavegnum er næstan liðugt útgrivið, og í Rossagerði verður byrja fyrsta dagin at grava út. Hesi bæði stykkini eru tiltonkt sethús, og tað eru keyparar til bæði stykkini.
Á Garðavegi er byrja at grava út fyri einari íbúðarbygging, sum umfatar 6 íbúðir. Tað er felagið Svalir, sum ætlar at byggja hesar íbúðir, sum verða áleið 80-90 m2 í vídd.
Tað er felagið VOYT, sum hevði lægsta tilboðið til hesi arbeiðini, og sum í hesum døgum grevur og planerar.


