Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.01.2024 15:44

Fuglafjarðar kommuna samtykt at dagføra gjaldskránna “Skipa-, vøru- og leigugjøld fyri Fuglafjarðar havn

Mynd: Fuglafjarðar kommuna

Fuglafjarðar kommuna

Á býráðsfundinum 25. Januar 2024 varð samtykt at dagføra gjaldskránna “Skipa-, vøru- og leigugjøld fyri Fuglafjarðar havn”

Tillagingarnar í skránni eru í høvuðsheitum hesar:

  • Før sum koma undir hugtakið “Bunkers Only” skulu framyvir gjalda fult havna- og brúgvagjald. Frammanundan skuldu hesi  gjalda ¾ gjøld.
  • Gjøld fyri legupláss til smábátar verða javnaði í mun til prístalið, fyrstu verð seinna hálvár í 2025.
  • Vørugjøld skulu ikki rindast av vøru ið verða flutt millum virkir á havnaøkinum, um vøran frammanundan hevur verið umfatað av vørugjaldi.
  • Vatngjaldið til virkir á havnalagnum hækkar úr 2.75 kr./tons til 3,00 kr./tons 1. Januar 2025.
  • Avgreiðslugjald fyri spillolju og burturkast hækkar úr 350 kr. til 450 kr. Afturat tí skal gjaldast fyri m3 ella tons, sambært gjaldskránni hjá IRF.

Endurskoðaða gjaldsskráin kann takast niður her.