Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.07.2025 08:43

Fuglafjarðar kommuna og Heildarverk gjørt avtalu um umvæling og umbygging av “64-skúlanum”

Torfinn Nón og Jan Mohr frá Heildarverk saman við Dávur Juul borgarstjóra, er frá tá sáttmálin varð undirskrivaður. (Mynd: Fuglafjarðar kommuna)

Fuglafjarðar kommuna

Fuglafjarðar kommuna hevur hósdagin 3. juli 2025 gjørt avtalu við Heildarverk, sum høvuðsarbeiðstakara, til umvæling av “64-skúlanum”. Hetta er tann partur av skúlanum, sum millum annað hýsir framhaldsdeildini í skúlanum.  Sáttmálaupphæddin er 34,9 mió. kr. og sáttmálatíðarskeiðið frá 2025 til 2027.