Í Fuglafjarðar Kommunu, virða tey meiningarnar hjá teimum ungu! Har vita tey nevniliga, at tá ið tað kemur til ungdómsviðurskiftir, so sum at stovnseta eitt ungdómshús, ja so eru tað allarhelst tey ungu sjálvi, sum ligga inni við bestu hugskotunum.
Hendan fatan hevur gjørt, at líka síðani politikarinir settu málið um eitt ungdómstilboð á skrá, so hava tey ungu verið við í arbeiðinum. Tey hava eitt nú virkað sum ráðgevar í nýliga niðursettu Ungdómsnevndini, úttalað seg til fjølmiðlarnar, og so hava tey eisini arbeitt við at snikka saman eina møguliga framtíð, í tí tey kalla fyri Framtíðarsmiðjan.
Framtíðarsmiðjan hevur til endamáls at tryggja, at tá ið kommunan setur í verk vegna tey ungu, so eru tað tey ungu sjálvi, sum saman við teimum vaksnu, hava snikkað tilboðini til.
Um mánaðarskiftið septembur/oktobur, skrivaðu Fuglafjarðar Kommuna og Havsbrún undir sáttmála, um leigu av hølum til ungdómshús.
At valið fall á júst hesi hølir, var eitt nú úrslitið av tí fyrstu framtíðarsmiðjuni, sum var hildin. Hølini, sum eru ein gomul kantina, skulu sjálvandi setast í stand soleiðis at tey hóska til eitt ungdómshús.
Men hvussu skal ungdómshúsið í júst Fuglafjarðar Kommunu vera? Tað fáa tey ungu nú møguleika at arbeiða við, og tey fáa enntá løn fyri tað!
Í hesu næstu Framtíðarsmiðjuni í røðini, arbeiða tey ungu við at designa útsjóndina og innihaldið í ungdómshúsinum. Til at leggja teimum ungu lag á, kemur Barbara Hilduberg. Barbara, sum til dagligt starvast á blaðnum Kvinna, er útbúgvin innan desing og list, og hevur nógvar royndir við palluppsetan innan sjónleik og film.
Tað er at skunda sær at melda til, tí tað er avmarkað pláss, og freistin er 19. oktobur.
Meira fæst at vita á @fuglarnir_ung á Instagram ella við at trýsta á https://fuglafjordur.fo/hevur-tu-eina-meining-um-nyggja-ungdomshusid-i-fuglafirdi/?fbclid=IwAR25Toyue4z9qpvj0D0cBNk7NPg8_SLc9j9JkV7QofNZxqFHJU2zmt5EOPw
Deil á Facebook