Mynd: Tórbjørn Jacobsen
Fuglafjarðar býráð og partar av umsiting var í dag á vitjan hjá millum annað Runavíkar kommunu- fyri t.d. at fáa íblástur og at vitja grannakommununa.
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, greiddi frá og arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen, greiddi frá ymsum ætlanum í kommununi m.a. miðbýarætlanini.
Nógvir spurningar vórðu svaraðir og onkrar anekdotur fortaldar millum býráðslimirnar úr báðum kommununum.
Borgarstjórin í Runavík sigur soleiðis á Facebook vanganum: “Tað var serstakliga hugaligt at hava grannarnar fyri norðan og eystan á vitjan í morgun, og hetta er eitt gott hugskot, at kommunur vitja hvørja aðra.”
