Fótbóltssamband Føroya
Mánadagin skrivaðu FSF og Televarpið undir nýggja sjónvarpsavtalu, sum er galdandi fyri næstu trý kappingarárini.
Televarpið fer eisini næstu árini at vísa føroyskan fótbólt beinleiðis í sjónvarpinum. Seinnapartin mánadagin skrivaðu Fótbóltssamband Føroya og Televarpið undir nýggja sjónvarpsavtalu, ið er galdandi komandi trý kappingarárini.
– Vit eru fegin um at avtalan við FSF er longd, so føroyskur fótbóltur framhaldandi verður at síggja á okkara rásum, sigur William Joensen, stjóri í Televarpinum.
Eisini í FSF eru tey glað fyri samstarvið við Televarpið, ið hevur verið ein sera góður samstarvsfelagi í sambandi við sjónvarping av fótbólti.
– Fyri okkum hevur tað stóran týdning at fótbóltur verður varpaður út í hvønn krók. Vit fegnast tí um nýggju avtaluna við Televarpið, og at teir framvegis eru partur av liðnum, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.
Avtalan millum FSF og Televarpið inniber millum annað, at Televarpið eigur sjónvarpsrættindini til Meistara Deildina og steypakappingina hjá bæði kvinnum og monnum til ársenda 2028.

